Tað vóru spaniólar, sum vórðu heiðrarðir sum lið og einstaklingar í New Jersey í gjár eftir væl uppibornan finalusigur.
Sí eisini: Spania og fótbólturin sigraðu eftir langa finalu
Umframt steyp frá Trump og Infantino, fingu Rodri, Unai Simon og Pau Cubarsí heiður fyri ávikavist besti spælari, besti málverji (flest cleen sheet) og besti ungi spælari í HM-endaspælinum.
![]()
Rodri, sum varð kosin besti spælari í HM, lyfti steypið fyrst, eftir at Trump og Infantino handaðu tað saman (Mynd: Andrew Harnik/AFP/Ritzau Scanpix)
Toppskjúttaheitið fór aðru ferð á rað til nummar 10 hjá Fraklandi.
Kylian Mbappé skoraði átta mál í Katar í 2022 og 10 mál í átta dystum í hesum endaspælinum. Tvey frammanfyri 39-ára gamla Lionel Messi, sum var høvuðsørskin til argentinska finaluplássið.
Harvið gjørdist hvirluvindurin fyrsti spælarin í søguni, sum er vorðin HM-toppskjútti tvær ferðir.
27-ára gamli Mbappé er eisini samanlagdur HM-toppskjútti við 22 málum - ´i22 dystum. Messi hevur 21 mál, og so er nakað niður til Miroslav Klose, sum var HM-málkongur áðrenn hetta endaspælið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald