Hann skoraði tvey góð mál og hevði góðan møguleikan fyri at gera tvey afturat í New Jersey: Kylian Mbappé og Fraklandi vístu seg sum væntað at vera ein ov stórur biti at gloypa hjá Svøríki í 1/16-finaluni.
Sí eisini: Fronsku stjørnurnar syftu Svøríki - Meksiko marsjerar víðari
Franski liðformaðurin skoraði flott einstaklingamál beint fyri steðgin, og vælspælda málið til 3-0 hjá Fraklandi var mál nummar 18 í 18 HM-endaspælsdystum hjá Mbappé.
N+u 27-ára gamli áleyparin vann HM sum tannáringur í 2018, har hann skoraði í finaluni, og hvirluvindurin gjørdi eisini hattrikk í finaluni í 2022.
Tá vunnu Messi og Argentina. Nú vil Frakland hava HM-gullið aftur, og Kylian Mbappé roynir at fáa Lionel Messi aftur.
Við seks málum í hesum endaspælinum hevur Lionel Messi skorað 19 HM-endaspælsmál í 29 dystum. Mbappé hevur eisini seks mál í HM 2026 higartil, og eru teir báðir javnsettir toppskjúttar í endaspælinum.
Úrmælingarnir eru eisini á 1. og 2. plássi, í mun til HM-mál samanlagt. Spurningurin er, hvør verður ovast, tá hetta HM-endaspælið er av. Men tað er helst eingin ivi um, at Mbappé einaferð fer frammum. Hansara HM-hagtøl eru vill, og Real Madrid spælarin sær út at lýsa serliga sterkt á størsta landsliðspallinum.
Flest HM-mál í søguni:
1. Lionel Messi 19 mál
2. Kylian Mbappé 18 mál
3. Miroslav Klose, Týskland 16 mál
4. Ronaldo, Brasil 15 mál
5. Gerd Müller, Týskland 14 mál
6. Just Fontaine, Frakland 13 mál
7. Pelé, 12 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald