Fótbóltur

Meinhard Egilsson kann í morgin spæla sín fyrsta evropeiska dyst síðani 2020

29-ára gamli landsliðsspælarin hevur seinastu seks árini fyri tað mesta spælt í næstbestu norsku deildini. Nú er Meinhard Egilsson Olsen aftur tøkur fyri barndómsfelagið - NSÍ spælir Conference League-dyst hóskvøldið klokkan 19.45.

Meinhard Egilsson Olsen í dysti fyri B36 í Klaksvík í 2020. Síðani tað árið hevur hann bert spælt landsdyst í Føroyum - nú er hann vendur heim til NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen í dysti fyri B36 í Klaksvík í 2020. Síðani tað árið hevur hann bert spælt landsdyst í Føroyum - nú er hann vendur heim til NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-22 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at hann var við til at spæla B36 víðari í Europa League-dysti á Gibraltar, fór Meinhard Egilsson Olsen nærum beinleiðis víðari til Svøríkis, har orkuríki vongurin skrivaði undir sáttmála við GAIS, sum tá var í næstbestu deildini.

Hetta var í august 2020. Tíðliga í 2021 fór Meinhard Egilsson til Noregs, har landsliðsspælarin var í fýra ár, áðrenn leiðin á vetri 2025 gekk til Kolding í næstbestu donsku deildini.

Nú hevur NSÍ keypt álopsspælarin heim aftur, og fyrsta uppgávan verður eftir øllum at døma at royna at fáa barndómsfelagið víðari til 3. umfar í Conference League.

Sí eisini: Keyptur úr Kolding fyri at fáa FM aftur til Runavíkar

Meinhard Egilsson var við á Malta, tá NSÍ á dramatiskan hátt vann seg víðari úr 1. umfari. 29-ára gamli runavíkingurin kundi tó ikki spæla: Avtalan kom uppá pláss millum dystirnar millum Hamrun Spartans, og man skal skrásetast til eitt umfar nakað áðrenn.

[object Object]Meinhard Egilsson Olsen til móttøkuna við Løkin (Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)

Nú hevur hann loyvi at spæla. Nýggjasti NSÍ-spælarin hevur verið nakað skaðadarvaður seinastu mánaðirnar men hevur vant við NSÍ nú, og sum skilst verður Meinhard Egilsson Olsen á dómaraseðlanum, tá FC Koper úr Slovenia vitjar til søguligan dyst fyri NSÍ hóskvøldið.

Meinhard hevur ikki spælt fyri NSÍ í ellivu ár. Næstseinasti dystur eftir skifti til Vendsyssel var fyrsti evropeiski dysturin hjá tá 18-ára gamla vonginum: 4-3 sigur á Linfield á Svangaskarði. NSÍ hevði tapt fyrra dystin 2-0 og kom harvið ikki víðari í Europa League - men Meinhard Egilsson Olsen hevur harvið ikki tapt við NSÍ í Evropa.

Tá hann kom aftur til Føroya á summri 2017, fór táverandi U21-landsliðsprofilurin at spæla fyri B36. Tað gjørdi Meinhard Egilsson í eitt og eitt hálvt ár, áðrenn leiðin hjá til Kristiansand. Meinhard var í tí norska felagnum í eitt ár, og spældi millum annað venjingardyst við Manchester United, áðrenn hann aftur skifti til B36 og var profilur í eitt hálvt ár.

Nú, eftir nærum seks ár uttanlands út í eitt, verður royndi landsliðsspælarin aftur at síggja  í gulum og svørtum. Óvist er, hvussu stóran leiklut Meinhard Olsen fær beinanvegin, men fyrstu minuttirnir kunnu koma í Klaksvík hóskvøldið í ógvuliga týðandi evropeiskari uppgávu.

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper

FM1 sigur frá dystinum og til ber eisini at fylgja við á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder