Meinhard Egilsson Olsen og Rógvi Baldvinsson eru fastir menn hjá Bryne, ið sum uppflytari hevur fingið eina heilt góða byrjan uppá tilveruna í OBOS-Ligaen.
Bryne er eftir seks umfør á 4. plássi við 10 stigum í næstbestu norsku deildini - fýra stig frá fyrsta plássinum.
Tað er í stóran mun einum av nýggju leikarunum at takka. Meinhard Egilsson skifti í vetur svenskan fótbólt út við norskan, og eftir teir fyrstu seks dystirnar hevur hann sjey málstig - fimm mál og tvey upplegg. Tað er greitt, eftir at Meinhard skoraði tvey av málunum hjá Bryne í 3-2 sigrinum á Grorud í gjárkvøldið.
24-ára gamli føroyingurin legði heimaliðið á odda eftir 27 minuttir, og tíðliga í seinna hálvleiki var hann aftur á blettinum. Tá skoraði Meinhard til 3-0. Miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði Grorud um munin, og tað gjørdi útiliðið aftur í yvirtíðini. Tá var tvímálskjúttin farin út. Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin í miðverjuni.
Næsta uppgávan hjá Byrne er eisini á heimavølli. Mikukvøldið kemur KFUM Oslo, ið hevur átta stig, á vitjan. Teir skulu millum annað royna at ansa væl eftir Meinhardi Egilssyni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald