Fótbóltur

Meinhard skal spæla í næstbestu svensku deildini restina av árinum

GAIS úr Göteborg hevur keypt 23-ára gamli álopskenda leikaran úr B36..

(Mynd: gais.se)

(Mynd: gais.se)

2020-08-21 22:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin skrivaðu vit, at Meinhard Olsen helst fer til Svøríkis at spæla, og tað var GAIS úr næstbestu deildini, ið hann fór at skifta til.

Í kvøld kunngjørdi felagið úr Göteborg, at felagið hevur gjørt sáttmála við Meinhard fyri restina av 2020.

– Meinhard er ein lívligur, kvikur og fjørbroyttur áleiðskendur leikari, ið bæði kann spæla sentralt og á kandunum, og vit halda, at hann kann verða eitt nýtt vápn í álopskenda spælinum.

Hetta sigur ítróttarstjórin í GAIS, Nicklas Karlström, millum annað. Hann avdúkar, at sáttmálin var komin uppá pláss fyrr í vikuni, og at flytingin varð skrásett beint eftir Europa League-sigurin hjá B36 á Gibraltar í gjárkvølið. 

– Meinhard Olsen er ein leikari, ið sera góður ein ímóti einum, og hann kann snýta sín mótstøðuleikara, ið kann vera lykilin til at lata eina verju upp. Hann er høgrabeintur, men skýtur væl við báðum beinunum.

Hetta sigur Stefan Jacobsson, høvuðsvenjari hjá GAIS. Skrivað verður eisini, at ein liðfelagið frá Kristiansund BK í Noreg í fjør hevur spælt sín leiklut við at ráðgeva. Talan er um Haris Cirak, ið nú spælir í GAIS. 

Meinhard er uppvaksin í NSÍ, men hevur spælt flestu dystirnar í Betrideildini við B37 (2017-2018 og hetta kappingarárið) Sum skilst so slapp hann úr B36, um eitt tilboð kom í summar, ið var spennandi fyri 23-ára gamla leikaran, og Meinhard Olsen skal nú royna seg í svenskum fótbólti. Hann havur áður spælt fyri Vendsyssel FF í Danmark, umframt Kristiansund. Eins og í tiðini í Noreg fer Meinhard at spæla við nummar 16 á rygginum.

Í B36 ásanna tey, at talan sjálvandi er um ein miss, nú áðrenn spennandi evropisku uppgávuna og endaspurtin í Betrideildini, men felagið skrivar í kvøld soleiðis:

- Vit í B36 errin um, at ein spælari úr felagnum skiftir til fulltíðarfótbólt, og gleðast vit hansara vegna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder