Frederik Marius Mehder er framvegis darvaður av skaðanum, ið hann fekk eftir eitt spark í høvdið í dystinum móti KÍ, og fær harvið ikki spælt ímóti ÍF í vikuskiftinum, sum ætlanin annars var.
Hetta skrivar heimasíðan hjá TB, ið samstundis staðfestir, at felagið leigar Meinhardt Joensen í tveir dystir afturat.
Les eisini: TB: Samstarvið við Fagerberg endað
Meinhardt er elsti leikarin, ið hevur spælt í Betrideildini í ár. Hann hevur seinastu tríggjar dystirnar spælt fyri TB. Har hevur málverjin latið fýra mál inn samanlagt - í heimadystunum móti B36 og HB - men var við til at tryggja TB sítt fyrsta stig í ár við at halda málið reint á útivølli móti Víkingi.
- Meinhardt Joensen hevur verið ein dyggur stuðul, og leigan av honum er nú longd til komandi tveir dystirnar, skrivar tb.fo.
Leygardagin tekur TB ímóti ÍF, og mikudagin vitja tvøramenn á Skála. Tískil er talan um sera umráðandi dystir fyri TB, ið skal hava nøkur stig í hús.
Støðan:
1. HB (18 stig)
2. NSÍ (13 stig)
3. KÍ (13 stig)
4. B36 (12 stig)
5. Víkingur (11 stig)
6. ÍF (9 stig)
7. EB/Streymur (6 stig)
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig)
10. Skála (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald