Í kvøld hittast arvafíggindarnir FC Barcelona og Real Madrid í katalanska høvuðsstaðnum. Dysturin skuldi eftir ætlan vera leiktur tann 26. oktober, men bleiv útsettur orsakað av ófriði í gøtunum í Barcelona, eftir at fleiri politikarar í katalansku loysingarrørsluni vóru dømdir langar fongsulsrevsingar av hægsta rætti í Spania, fyri at skipa fyri fólkaatkvøðu um loysing, og eftirfylgjandi at lýsa katalanskt fullveldi.
Støðan hevur verið spent i landnyrðingspartinum av Spania síðan fólkaatkvøðuna um loysing tann 1. oktober 2017, har ein greiður meiriluti av teimum 43 prosentunum ið vóru á vali atkvøddu fyri loysing. Hetta førdi við sær, at fleiri katalanskir politikarar vóru handtiknir og seinni dømdir, og kataleinski leiðarin Carles Puigdemont var noyddur at flýggja úr landinum.
El Classico hevur mangan verið merkt av, at fótbóltur og politikkur verður knýtt saman, har Real Madrid umboðar spanska miðstaðar valdi, meðan FC Barcelona umboðar útjaðaran. FC Barcelona hevur í nógv ár verið tætt knýtt at katalansku loysingarrørsluni, har áskoðararnir mangan nýta høvi til at bera fram politiskan boðskap og sjónarmið frá áskoðaraplássinum á Camp Nou.
18.000 persónar hava á sosialu miðlunum boða frá, at tey ætla at luttaka í mótmælisgongu tætt við Camp Nou leikvøllin undan dystinum. Hetta hevur ført við sær at trygdin er økt upp til dystin, har 3000 løgreglufólk, uppreistrarløgreglan og bumbuserfrøðingar eru sett inn til, at syrgja fyri trygdini á og uttanfyri Camp Nou.
Hetta hevur gjørt tað at FC Barcelona hevur kent seg noytt til at broyta fyrireikingarnar til dystin. Vanliga koyra leikararnir sjálvir til dyst, tá FC Barcelona spælir heimadystir, men felagið hevur orsaka av væntaðu mótmælinum á gøtuni valt, at gista á Hotelli í býnum undan dystinum. Merkisvert er at teir gista á saman hotelli sum Real Madrid gistir á, tó eru liðini í hvør sínum parti av hotellinum.
Men tað sum dysturin veruliga snýr seg um er fótbóltur, og har er sera hørð kapping í oddinum í La Liga í ár. FC Barcelona og Real Madrid liggja lið um lið í oddinum við 35 stigum hvør. Hetta er fyrstu ferð í níggju ár, at liðini eru liggjandi púra jøvn tá tey hittast í El Classico.
Hóast teir eru arvafíggindar, so er stór virðing ímillum leikararnar (Mynd: EPA)
Eisini er púra javnt søguliga sæð í La Liga, har liðini hava vunnu 72 sigar hvør og spælt 34 javnleikir. Telur man allar kappingar við so hevur FC Barcelona ein sigur meir, nevniliga 96 sigrar í mun til teir 95 hjá Real Madrid.
FC Barcelona er uttan skaddu Arthur Melo og Ousman Dembele, meðan Real Madrid má vera stóra keypi í summar Edin Hazard fyriuttan, samstundis sum Marcelo, Lucas Vazquez og Marco Asensio eru skaddir.
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.00 og verður vístur á donsku rásini TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald