Sum nakað nýtt í føroyskum fótbólti verða venjingardystir skipaðir yvir seks vikuskifti av VFF. Øll 10 liðini spæla fimm innleiðandi umfør kring landið, og hittast so til plaseringsdystir í Gundadali seinast í februar.
Les meira her
Kappingin hjá Venjarafelagnum fór í gongd í dag, og hon byrjaði við einum brakið, tá HB setti uppflytaran uppá pláss í Gundadali. Eins og so ofta í fjør gekk Adrian R. Justinussen á odda fyri føroyameistaran í málskjótingini. Bóltsnillingurin gjørdi hattrik í 1. hálvleiki. HB fekk fimm mál afturat í 2. hálvleiki, har evnaríki miðvallarin Símun Sòlheim m.a kom á talvuna. 17-ára gamli leikarin spældi allan dystin.
ÍF hevði trupult við at fóta sær, men Jan Ellingsgaard kom á máltalvuna. Henry Heinesen fekk beinleiðis reytt kort fyri ÍF stutt fyri hálvleik. Fuglfirðingar fingu tó avloyst hann við øðrum leikara, so spælast kundi 11 móti 11 restina av dystinum.
Skála var á vitjan í Klaksvík, har KÍ bert stillaðu við føroyskum leikarum og nógvir ungir fingu møguleikan. Hjá Skála var fyrrverandi KÍ-leikarin Ronni Møller-Iversen á liðnum, og vágamaðurin Janus Svabo Samulsen, ið annars hevur verið settur í samband við ÍF, spældi allan dystin. Ímóti endanum av dystinum avgjørdi Haraldur R. Højgaard dystin fyri Skála.
Víkingur vann greitt á TB; NSÍ og AB spældu javnleik á Argjum.
HB - ÍF 8-1 (3-0)
AB - NSÍ 1-1 (0-1) *
KÍ - Skála 1-2 (0-1)
Víkingur - TB 4-0 (2-0) **
* Málskjúttar og uppstillingar ikki tøkar
** Uppstillingar ikki tøkar
Í morgin klokkan 13.00 spæla B36 og EB/Streymur í Gundadali
Meira kann síggjast her
Fótbóltur
Meistararnir í hopla frá byrjan
1. umfar í VFF Cup hevur verið seinnapartin; Adrian Justinussen gjørdi hattrik í 1.hálvleiki móti ÍF, og Skála vann í Klaksvík.
Ársins leikari í fjør kom flúgvandi frá byrjan í ársins fyrsta venjingardysti (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-01-12 16:34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald