2019-01-30 17:10
Felagsliðið EBS/Skála hevur longt sáttmálan við Mathias Davidsen, og verður Mathias sostatt eisini høvuðsvenjari hjá Betri kvinnuliðnum í 2019. Hesum boðar felagsliðið frá á Facedbook.
Felagsliðið skrivar, at nakrir av profilunum á liðinum ikki verða við komandi kappingarár. Tó metir venjarin, at tilgongdin av ungum spælarum frá báðum feløgunum sær spennandi út, og hetta kappingarárið verður høvið hjá teimum at stempla inn og vísa hvør dugur er í teimum.
Fyrsti dystur hjá Betri kvinnunum verður leygardagin 9. mars á útivølli móti ÍF/Víkingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald