placeholder
Fótbóltur

Meistaravenjarin heldur fram í Klaksvík

Asbjørn Tungá hevur seinastu trý árini, tvey av teimum sum høvuðsvenjari, verið í venjaratoyminum hjá næstbesta liðnum hjá KÍ. Farna kappingarár vann liðið 1. deild.

(Asbjørn skrivar undir - mynd: ki.fo)

(Asbjørn skrivar undir - mynd: ki.fo)

2019-12-06 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2019 vann næstbesta liðið hjá KÍ 1. deild. Greitt er nú, at tað verður við sama manni við róðrið, at KÍ skal royna at endurvinna gullið.

Felagið boðaði í gjár frá, at 36-ára gamli Asbjørn Tungá hevði skrivað undir ein nýggjan sáttmála. 

Asbjørn spældi 101 dyst í næstbestu deildini við KÍ. Eftir at hann legði gaggurnar á hilluna, kom fyrrverandi verjuleikarin í venjaratoymi. Í 2017, tá var Asbjørn hjálparvenjari, og í 2018 gjørdist úrtøkan bronsa. Í ár eydnaðist tað so hjá KÍ at vinna deildina. Samanlagt hevur Asbjørn Tungá vunnið 34 útav 54 dystum sum høvuðsvenjari í 1. deild. 

KÍ skrivar um 1. deildarliðið, at tað verður sum undanfarin ár mannað við nøkrum royndum leikarum, men at tað skal fyrst og fremst menna og geva ungum úrvalsleikarum hóskandi avbjóðingar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder