
Meksikanski landsliðsleikarin og fyrrverandi verjuleikarin hjá Barcelona, Rafael Marquez, skrivaði sunnudagin HM søgu, tá hann varð skiftur inn í 1-0 sigrinum á Týsklandi. Við innskiftingini bleiv Marquez bara tann triði fótbóltsleikarin nakrantíð at hava spælt í fimm HM-endaspølum.
Men alt er ikki sum gleðissongur hjá Marquez. Leikarin hevur nevniliga ikki loyvi at ferðast til USA ella at hava samband við amerikanska fyritøkur, tí at hann er undir illgruna at hava hvítvaska pengar, sum koma frá ólógligari rúsevnissølu.
Amerikanska fíggjarmálaráðið hevur koyrt Rafael MArquez á listan yvir fólki, sum hava hjálpt rúsveniskartellum við at hvítvaska pengar.
Sjálvur noktar Marquez fyri at ákærurnar eru rættar, og hevur sett eitt lið av advokatum at arbeiða fyri at fáa hann av listanum.
So leingi sum Marquez er á listanum hevur hann ikki loyvi at ferðast til USA. Heldur ikki er loyvt amerikanskum borgarum, fyritøkum ella bankum at hava nakað sum helst at gera við 39 ára gamla verjuleikaran hjá Meksiko.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald