Jólaferian er nú av í fremstu hondbóltsdeildini hjá monnum. Seks av teimum sjey liðunum skulu í eldin í dag.
Tann mest spennandi dysturin á pappírinum er í Vestmanna, har klassikarin er á skránni. Kyndil er á vitjan hjá VÍF; bæði liðini hava 17 stig. Tá liðini hittust í Vestmanna í september endaði tað við javnleiki. Tíðliga í november vann Kyndil greitt, tá VÍF vitjaði í høvuðsstaðnum.
Í Kollafirði verður helst eisini talan um ein javnan dyst. KÍF hevur vunnið báðar dystirnar móti H71 í ár, og tí hava hoyvíkingar nakað at prógva í dag. Um kollfirðingar vinna á greipuvinnaranum aftur, so er KÍF veruliga við í stríðnum um fýra tey ovastu plássini.
Neistin er á vitjan í Klaksvík, og har er oddaliðið stórfavorittur. Team Klaksvík hevur havt tað trupult við at fáa tað at hanga saman í ár; Neistin hevur møguleika at trekkja frá okkurt av hinum liðunum í oddinum.
14.umfar:
Team Klaksvík - Neistin
KÍF - H71
VÍF - Kyndil
1.Neistin (18 stig)
2.Kyndil (17 stig)
3.H71 (17 stig) *
4.VÍF (17 stig)
5.KÍF (11 stig)
6.StÍF (8 stig)
7.Team Klaksvík (2 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald