Fótbóltur

Messi fingið leikbann í tríggjar mánaðir

Liðformaðurin hjá Argentina ákærdi suðuramerikonski fótbóltsamgonguna fyri rotinskap og svik.

2019-08-03 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder
Eftir at Argentina varð sligið út av Brasil í hálvfinaluni í Copa America fyrr í summar, var Lionel Messi ónøgdur við dømingina og nýstluna av VAR, ið hann helt var til fyrimuns fyri heimaliðið. Eftir bronsudystin, har liðformaðurin hjá Argentina fekk eitt heldur løgið reytt kort, kókaði Messi. Hann ákærdi CONMEBOL fyri korruptión - at eingin ivi var um at alt í kappingini fall í lut hjá Brasil, og hann vildi ikki luttaka í heiðursmerkjahandanini, Argentina fekk bronsu.

Í gjárkvøldið fall dómurin, og fótbóltsamgongan í Suðuramerika revsaði Messi við einari bót áljóðandi 50.000 dollarar og eitt leikbann frá landsliðnum í tríggjar mánaðir. Messi hevur sjey dagar at kæra dómin. Hetta skriar Ritzau

Sambært tíðindastovuni AFP var orsøkin stoytandi atferð og ærumeiðandi útsagnir. Messi hevur biðið CONMEBOL um umbering. Tríggir mánaðir ljóða nógv, men ein av heimsins allarbestu leikarum missir so at siga ongan dyst av týdningi orsakað av leikbanninum. 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder