Fótbóltur

Messi heimsins besti fyri sættu ferð

Virðislønirnar fyri heimsins bestu fótbóltsleikarar hjá FIFA vóru handaðar í gjárkvøldið. Hjá monnum varð Lionel Messi kosin, meðan Megan Rapinoe varð kosin hjá kvinnunum.

Messi og Rapinoe - bestu leikararnir í heiminum

Messi og Rapinoe - bestu leikararnir í heiminum

2019-09-24 11:38 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Árligu virðislønirnar hjá FIFA vóru handaðar í Milano í gjárkvøldið.

Hjá monnum fekk Lionel Messi flestar atkvøður frammanfyri Virgil Van Dijk og Cristiano Ronaldo, á ávikavist øðrum og triðja plássi. Barcelona stjørnan hevði enn eitt gott kappingarár, har hann í 58 dystum skoraði 54 mál og legði upp til 20 mál. Eisini vann hann við Barcelona enn eitt meistaraheitið.

Hetta er sættu ferð, at Messi vinnur heiðurin sum heimsins besti fótbóltsleikari, og tað merkir, at hann nú hevur vunnið tann heiðurin eina ferð meir enn Cristiano Ronaldo. Messi og Ronaldo hava verið einaráðandi, tá tað kemur til henda heiðurin, ið teir hava sitið á síðani 2008. Bert einaferð síðani 2007 hevur heimsins besti verið ein annar enn Messi ella Ronaldo. Tað var í fjør, tá Luka Modric varð kosin.

FIFA hevur eisini almannakunngjørt h,vussu ymsu leikararnir hava atkvøtt. Har var áhugavert at síggja, at Messi atkvøddi fyri Ronaldo, meðan Ronaldo ikki atkvøddi fyri Messi, og hvørgin av teimum atkvøddu fyri Van Dijk, sum varð valdur sum nummar trý. Messi atkvøddi fyri ávikavist Sadio Mané, Cristiano Ronaldo, og Frenki de Jong sum nummar eitt, tvey og trý, meðan atkvøðurnar hjá Ronaldo fóru til Matthijs de Ligt, Frenkie de Jong og Kylina Mbappe.

Hjá Kvinnum varð Megan Rapinoe úr USA kosins heimsins besta frammanfyri Alex Morgan eisini úr USA og Lucy Bronze úr Onglandi.

Her eru tey, ið vunnu ymsu virðislønirnar

Besti leikari menn:

  1. Lionel Messi (Barcelona)
  2. Virgil Van Dijk (Liverpool)
  3. Cristiano Ronaldo (Juventus)

Besti málverji menn:

  1. Alisson (Liverpool)
  2. Marc Andre Ter-Stegen (Barcelona)
  3. Ederson (Manchester City)

Besti venjari Menn:

  1. Jurgen Klopp (Liverpool)
  2. Pep Guardiola (Mnchester City)
  3. Mauricio Pocchetina (Tottenham )

Besti Leikari kvinnur:

  1. Megan Rapino (Reign FC)
  2. Alex Morgan (Orlando Pride)
  3. Lucy Bronze (Lyon)

Besti málverji kvinnur:

  1. Sari Van Vennedaal (Arsenal/Atletico Madrid)
  2. Christiane Endler (PSG)
  3. Hedvig Lindahl (Chelsea/Vfl Wolfsburg)

Besti venjari kvinnur:

  1. Jill Ellis (USA)
  2. Sarina Wiegman (Holland)
  3. Phil Neville (Ongland)

FIFA Fair play virðisløn:

Marco Bielsa og Leeds United fyri at loyva Aston Villa at skorað eitt mál, eftir at Leeds hevði skorað eitt mál meðan ein Aston Villa leikari lá skaddur á vøllinum.

FIFA Puskas virðisløn (fyri besta mál):

  1. Daniel Zsori (Debrecen)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder