Fótbóltur

Messi og PSG hava funnið semju

34-ára gamli argentinin fer til París í dag, har tvey-ára sáttmálin, við virði á í minsta lagi 660 milliónir krónur, verður undirskrivaður. Harvið skulu Lionel Messi og Neymar spæla saman aftur.

Seksfaldi Balon d'Or vinnarin var sáttmálaleysur eftir serligu støðuna í Barcelona (Mynd: EPA)

Seksfaldi Balon d'Or vinnarin var sáttmálaleysur eftir serligu støðuna í Barcelona (Mynd: EPA)

2021-08-10 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani FC Barcelona hósdagin kunngjørdi, at tað kortini ikki fór at bera til at gera nýggjan sáttmála við Lionel Messi, hevur spenningur verið um hvar ein av heimsins bestu fótbóltsleikarum nakrantíð fer at enda. PSG varð skjótt nevnt sum ein møguleiki, og álítandi italski ítróttarjournalisturin, Fabrizio Romano, skrivar, at tað hevur verið beinleiðis samband millum partarnar síðani hósdagin.

Tveir aðrir heilt ítøkiligir møguleikar hava verið, sambært SkySports, men nú er semja millum PSG og Messi komin uppá pláss. Hon inniber, at 34-ára gamli argentinin fær 25 milliónir pund netto fyri hvørt kappingarár, umframt 25 milliónir pund tá hann undirskrivað sáttmálin. Harvið verður talan um 75 milliónir pund netto, tað eru beint undir 660 milliónir, umframt ymskt bonus. Ein møguleiki at leingja til og 2024 er knýttur at stóra sáttmálanum.

Sáttmálin hjá Lionel Messi við Barcelona gekk út 1. juli. Partarnir vórðu í síðsta mánaða samdir um ein nýggjan sáttmála, men hann kundi ikki skrásetast hjá La Liga, orsakað av, at FC Barcelona hevur ov stóra skuld.

Les eisini: Messi hevur sagt farvæl - Barcelona hevur ikki ráð til hann

Messi fer í dag til París, har hann verður avdúkaður sum nýggjur leikari í felagnum, ið nú setur uppaftur meira inn í royndini at vinna Champions League. Gianluigi Donnarumma, Georginio Wijnaldum Achraf Hakimi og Sergio Ramos eru allir knýttir at felagnum í summar - allir vóru, eins og Messi, sáttmálaleysir. Í París verður Lionel Messi liðfelagið við Neymar aftur. Tað er heldur óvist, um Kylian Mbappé heldur fram í felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder