- Tað eru nógv ár til næsta HM, og eg haldi ikki, at eg fari at megna at spæla í tí endaspælinum. At enda á hedan hátt er eisini best.
Soleiðis segði Lionel Messi millum annað eftir 3-0 sigurin á Kroatia í hálvfinaluni í gjárkvøldið.
Har vísti hann seg aftur fram frá sínari bestu síðu: Legði Argentina á odda við ógvuliga tryggum brotssparki, var væl við í 2-0 málinum og átti uppleggið til síðsta málið við frálíkum dribblitúri og klókari alvering til tvímálskjúttan Julian Alvarez.
Lionel Messi setti Gvardiol av fleiri ferðir, áðrenn hann fann Alvarez (Mynd: EPA)
Hann er nú 35-ára gamal, og gandakallurin staðfesti tað, sum gitingar hava verið um í langa tíð: At hetta heimsmeistaraheitið, ið er hansara fimta, verður tað seinasta í røðini.
- Eg eri ógvuliga fegin um at røkka hesum: At enda mína HM-ferð við at spæla mín seinasta dyst í einari finalu
Les eisini: Argentina fyri sættu ferð
Messi hevur sunnudagin møguleika at røkka sínum heilt stóra máli: HM-gulli. Hann skrivaði aftur søgu í gjárkvøldið, tí við málinum kom hann upp á ellivu samanlagt í HM-endaspølum. So nógv hevur eingin argentini megnað at fingið áður. Gabriel Batistuta skoraði tíggju mál í trimum endaspølum.
Um tað verða fronsku heimsmeistararnir ella Marokko, ið hevur loypt hvøkk á fótbóltsheimin seinastu vikurnar, sum skulu royna at stegða Messi og hinum í finaluni sunnudagin, fæst greiða á í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald