Kyndil er tað mest vinnandi felagið í føroyskum manshondbólti. 30 FM-heitið eru komin í hús ígjøgnum tíðina, og tað er bert við VÍF vð 24, ið kan nøkulunda javnsetast á tí økinum. Tað eru nú skjótt 13 ár liðin síðani seinasta FM-heitið, men teir grønu hava seinastu árini vunnið steypakappingina tvær ferðir. Tilsamans er tað talið eisini hægst av øllum, 11, og Kyndil var í teimum fyrstu átta steypafinalunum (frá 1985-1992)
Seinast Kyndil vann steypið var fyri tveimum árum síðani. Tá vóru hoyvíkingar í favorittleiklutinum, men havnarfealgið vann greitt 24-17. Hesaferð er H71 størri favorittur. Hoyvíkingar hava vunnið FM seinastu trý árini, og eru í løtuni oddalið. 14 stig eru niður til Kyndil á sætta plássi, og H71 hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar í ár trygt. Kyndil, sum seinastu árini, er vorðið eitt "steypalið" hevur tó gjørt um seg í steypakappingini. Bartal Klein Olsen er komin aftur til steypakappingina, teir grønu vunnu allar dystirnar í bólkinum, og eftir eitt tap í fyrru hálvfinaluni í Vestmanna vendi Kyndil uppgerðini á høvdið.
Les eisini: Sjálvandi hava vit ikki gloymt finaluna í 2018
H71 vann, sum so ofta seinastu tíðina, sera tætta uppgerð á Neistanum. Fyrsta steypið yviRhøvur hjá besta mansliðnum úr Hoyvík kom til høldar í 1998, tá H71 var í sínari fyrstu steypafinalu og vann á Kyndli, ið tá var í sínari fjórðu finalu á rað. Seks ár gingu til hoyvíkingar vóru í finaluni; tá var StÍF, ið var stóra steypaliðið um tað mundið ein stórur biti. Í 2012, sama ár sum H71 vann sítt fyrsta FM-heitið, var næstbesta liðið í finaluni. Nú eru hoyvíkingar við at gerast fastur partur av finaludegnum. Hetta er fjórðu ferð seinast fimm árini, at H71 er í finaluni. Í 2016 og 2017 vann H71 steypið, á ávíkavist Neistanum og StÍF, og nú eru hoyvíkingar svangir eftir steypagulli aftur.
Kyndil er liðið, sum hevur flest finaluluttøkur. 12 undan aldarskiftinum - níggu ferðir í hesari øldini. Hetta er triðja árið á rað, at Kyndil skal spæla í steypafinaluni.
Niðast á hesari síðuni sæst yvirlit yvir allar steypafinalurnar hjá monnum, síðani tað varð skipað
Finalan millum Kyndil og H71 verður bríkslað í gongd klokkan 16.00 leygardagin. Vit eru á staðnum við myndatólinum, og fáa viðmerkingar og hava samandrátt eftir seinasta bríksl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald