- Tað var fantantiskt at spæla seg í finaluna aftaná tveir tættar dystir við fullari høll av áskoðarum, sum veittu liðunum góðan stuðul.
Soleiðis sigur høgri bakkurin hjá H71, Vilhelm Poulsen. Fyri fjórðu ferð seinastu fimm árini er H71 í finaluni. Menninir úr Hoyvík hava verið sterkast í føroyskum hondbólti seinastu árini, og í 2016 og 2017 vann H71 steypakappingina. Í 2018 vann Kyndil tó óvæntað á H71. Nú eru Vilhelm og liðfelagarnir uppsettir uppá, at tað skal koppa teirra veg, tá gullið og steypið eru uppá spæl í høllini á Hálsi:
- Sjálvandi hava vit ikki gloymt finaluna í 2018, men hetta er ein nýggjur dystur og eitt nýtt kappingarár, og eg haldi, at vit hava havt gott tak á Kyndlamonnum í ár. Ein finala er ein finala, og hon kann koppa báðar vegir. Men vit fara at gera alt fyri at tað koppar okkara veg.
Vilhelm Poulsen og H71 komu víðari eftir tvær sera spennandi hálvfinalu móti Neistanum. Kyndil er nú forðingin (Mynd: Sverri Egholm)
H71 hevur vunnið tveir tryggar sigrar á Kyndli í Okkara-deildini í ár. Í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hevði H71 tað sera trupult í álopspartinum í 1. hálvleiki. Vilhelm leggur dent á, at liðið frá byrjan fær sítt spæl at koyra í báðum endum av vøllinum:
- Tað, sum er avgerandi fyri okkum, um vit skulu vinna gull, er at møta væl upp til dystin. Vit skulu verða klárir frá fyrsta bríksli og fáa spælið hjá okkum at rigga, bæði í verjuni og í álopinum.
20-ára gamli Vilhelm Poulsen hevur luttikið í nógvum finalum ígjøgnum árini. Hann setur soleiðis orð á steypafinalurnar sum tiltak:
- Tað sum er so serligt við finaluvikuskiftinum er, at tað verður gjørt nógv burturúr og fyri bæði leikarar og áskoðarar, og at karmarnir eru so góðir.
H71 skal royna at vinna steypakappingina á fjórða sinni leygardagin. Fyrsta bríksl í mansfinaluni í Faxe Kondi kappingini verður klokkan 16.00.
Finalan millum Kyndil og H71 verður bríkslað í gongd klokkan 16.00 leygardagin. Vit eru á staðnum við myndatólinum, og fáa viðmerkingar og hava samandrátt eftir seinasta bríksl.
Les meira um mansfinaluna:
-Finaluplássið bjargaði kappingarárinum hjá okkum
Mest vinnandi felagið í søguni skal dystast við nýggja stórfelagið um steypið
Bárður og Jógvan døma hjá monnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald