Fyri triðja árið á rað er mest vinnandi liðið í steypakappingini hjá monnum í finaluni. Hetta er greitt eftir samanlagdan eitt-máls sigur á VÍF í hálvfinalunum. Tað hevur tó verið eitt stríggið ár hjá Kyndli: Teir grønu úr Havn hava bert 8 stig fyri 12 dystir í Okkara deildini.
Bartal Klein Olsen fór til Danmarkar í lestrarørindum í august. Harvið hevur 21-ára gamli spælskiparin ikki spælt í landskappingini í ár, men hann hevur verið við í øllum dystunum í steypakappingini:
- Tað er sera stuttligt at hava verið við til. Tað er eingin loyna, at vit í Kyndli ikki hava havt okkara besta kappingarár í ár, men at megna at koma í finaluna 3. árið á rað á so spennandi hátt bjargar kappingarárinum hjá okkum. Vit spældu tvær góðar hálvfinalur, har vit, serliga í seinna dystinum, spældu góðan hondbólt, samstundis sum vit megnaðu at steðga teirra álopshóttanum.
- Sjálvandi hava vit ikki gloymt finaluna í 2018
Í fjør avgjørdi Neistin sera tøttu finaluna í seinasta sekundi. Fyri tveimum árum síðani vann Kyndil greitt á hoyvíkingum, ið annars vóru favorittar. Nú er H71 á pappírinum uppaftur størri favorittur, og Bartal skýrir eisini H71 at vera eitt av teimum heilt sterku liðunum, sum eru sædd her á landi:
- Liðið, sum H71 hevur í ár, er eitt tað sterkasta hondbóltsliðið, sum hevur spælt í Føroyum. Teir hava stórar profilar á hvørjum plássi. Hyggja vit eftir stigatalvuni í landskappingini, so er tað nummar eitt móti nummar seks. Øll eru samd í, at H71 er sera stórir favorittar at vinna leygardagin. Tó fara vit altíð inn til eina finalu við góðum vónum, og vit fara at royna at spæla upp til okkara besta.
Í Kyndils-leguni merkist finaluhuglag hesa vikuna. Lykilin til at koppa hoyvíkingum og at vinna steypakappingina fyri 12. ferð er, sambært Bartali, ein sterk verja og ein vælleikandi Tórður Guttesen:
- Tað merkist á liðnum at hetta er vikan áðrenn eina finalu. Hýrurin er góður, og menn geva seg kanska meira til venjing enn vanligt. Annars fyrireika vit okkum á sama hátt sum til ein vanligan dyst við venjing og taktikki. Lykilin hjá okkum fyri at fáa ein góðan dyst leygardagin verður verjan. Um vit fáa okkara verju at rigga, samstundis sum málmaðurin hevur ein góðan dag, so er ein finala ein finala, og alt ber til.
Bartal Klein Olsen og liðfelagirnir gleði seg nú til stóra hondbóltsdagin:
Steypafinaluvikuskiftið er størsti hondbóltsdagur á árinum, og tað eru vit glaðir fyri at verða ein partur av. Nógv verður gjørt burturúr degnum, og høllin er full av áskoðarum. Hetta er ein dagur, sum øll lið vilja luttaka í, og hetta sæst aftur á hálvfinalunum, sum gjørdust sera tættar aftur í ár.
Finalan millum Kyndil og H71 verður bríkslað í gongd klokkan 16.00 leygardagin. Vit eru á staðnum við myndatólinum, og fáa viðmerkingar og hava samandrátt eftir seinasta bríksl.
Les meira um mansfinaluna:
- Sjálvandi hava vit ikki gloymt finaluna í 2018
Mest vinnandi felagið í søguni skal dystast við nýggja stórfelagið um steypið
Bárður og Jógvan døma hjá monnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald