Hondbóltur

Metdystur á fyrsta degnum í Týsklandi

Beint omanfyri 53.000 fólk fara at síggja Týskland - Sveis beinleiðis í Düsseldorf í kvøld. Hetta verður heimsmet fyri ein hondbóltsdyst.

Ein hondbóltsvøllur er settur inn mitt á tað, sum vanliga er ein fótbóltsvøllur. Summir áskoðarar sleppa at sita tætt við

Ein hondbóltsvøllur er settur inn mitt á tað, sum vanliga er ein fótbóltsvøllur. Summir áskoðarar sleppa at sita tætt við

2024-01-10 09:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag er fyrsti dystardagur her í Týsklandi. Fýra av teimum 24 liðunum skulu í eldin, og tað verður á serstakum leikstaði í Düsseldorf.

Týsku vertirnir eru í bólki saman við Sveis, Fraklandi og Norðurmakedónia. Tey skulu, eins og Føroyar, spæla bólkaspælsdystir í Berlin, men fyrsta umfar verður yvir 500 kilometrar frá høvuðsstaðnum. 

Tey bæði síðstnevndu spæla fyrsta EM-dystin klokkan 17, meðan tey fyrstnevndu spæla klokkan 19.45, har heimsmet verður sett. 

Merkur Spiel-Arena er ein fótbóltsleikvøllur, sum tekur omanfyri 50.000 áskoðarar. Til høvi varð ein hondbóltsvøllur settur inn "mitt á vøllinum" leygardagin, og nøkur áskoðarapláss sett upp rundanum har, so at umleið 9.000 áskoðarar koma nærri vøllinum, skrivar danska TV2. Tað varð skjótt útselt til "53.000-dystin".

[object Object]

Tá Týskland og Sveis spæla dyst nummar tvey í hesum EM-endaspælinum verður eitt heimsmet, sum hevur staðið í næstan tíggju ár, tikið. 44.189 áskoðarar vóru til Bundesliga-dystin millum Rhein-Neckar Löwen og HSV Hamburg i Frankfurt í 2024. Nú verður tað EM-endaspælið, ið kann gerast tað størsta nakrantíð í mun til millum annað áskoðarar, skotið í gongd.

Týskland er fyri fyrstu ferð EM-vertur, og tað er heldur ivasamt, hvussu langt vertslandið kemur, og hvat man kann vera nøgdur við - í Merkur Spiel-Arena tá Sveis vitjar, er tó lítil ivi um, at heimaliðið er favorittur.

EM 2024, bólkur A
1. umfar - mikudagin 10. januar
17.00: Frakland - Norðurmakedónia 
19.45: Týskland - Sveis

Dystirnir síggjast millum annað á danska TV2 Sport og á TV2 Play.

Føroyar spæla móti Slovenia í sínum fyrsta dysti. Hetta verður í morgin, hósdagin 11. januar, klokkan 17 føroyska tíð. Vit hava ymiskt tilfar úr Týsklandi gjøgnum dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder