- Íhaldandi hevur hann stríðst og skorað mál í bláu troyggjuni. Ein sonn ítróttarlig fyrimynd vit í felagnum eru stolt av. Altíð ein siðiligur leiðari í við- og mótgongd. Páll eigur ein stóran leiklut í gyltu ferðini frá botninum til evropiska ævintýrið við liðnum síðstu árini. Og aftur í ár hevur hann verið KÍ ógvulig drúgvur.
Tey halda nógv av Pálli Klettskarð í og kring Klaksvíkar Ítróttarfelag, og tað er heldur ikki løgið. Páll Klettskarð hevur havt liðskiparabandið um armin so at siga alt árið, meðan Jákup Biskopstø Andreasen hevur verið skaddur og hevur leingi avrikað og stríðst fyri KÍ.
Eingin hevur skorað so nógv mál fyri besta mansliðið hjá KÍ sum stríðsfúsi áleyparin hevur - yvir 200 samanlagt seinastu samanlagt 17 árini. Persónligheitin hjá Pálli hevur eisini nógv at siga fyri felagið, og nú hava partarnir longt samstarvið við einum ári.
Páll Andrasson Klettskarð takkar KÍ-áskoðarum eftir evropeiskan dyst á Tórsvølli. Umframt 203 mál í Betrideildini, hevur Pállskorað tíggju evropeisk mál (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Harvið er endaliga greitt, at Páll Andrasson Klettskarð eisini spælir fyri KÍ í 2025. Nakað av ivamáli hevur verið sátt um hetta í seinastuni - serliga í samrøðu við Televarpið eftir sigurin í Sarpugerði mikudagin tá Páll Klettskarð staðfesti, at hann ongan sáttmála hevði, og at allir møguleikar vóru opnir.
Tað er nú alment, at Espen Haug ikki heldur fram í felagnum. Sambært okkara keldum er ein nýggjur venjari so gott sum uppá pláss,. Tað, at Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð nú hava longt, kann hanga saman við hesum: At har er eitt projekt, sum teir royndu álopskendu lyklaspælararnir veruliga vilja verða við í.
Sí eisini:
Árni heldur fram í KÍ
KÍ er við at hava nýggjan venjara uppá pláss
Tummas Lervig, formaður, segði við Portalin í gjár, at ymisk ting vóru á veg, og at nógv um næsta ár fer at verða kunngjørt. Síðani eru sáttmálarnir hjá Páll og Árna kunngjørdir, umframt at Espen Haug ikki heldur fram sum høvuðsvenjari.
Alt bendir á, 34-ára gamli Páll Andrasson Klettskarð í ár fer at fáa gylta skógvin. Í Sørvági í gjár skoraði klaksvíkingurin/haraldssundsmaðurin einasta málið í dystinum - sítt 20. í 24 Betrideildardystinum í 2024 Petur Knudsen er nummar tvey á toppskjúttalistanum við 15 málum.
Fyriuttan KÍ hevur Páll Klettskarð verið eitt stutt skifti verið í donskum ungdómsfótbólti og tvey ár í Víkingi.
Páll Klettskarð hevur verið liðformaður hjá KÍ í allrflestu dystunum í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald