Annað

Metstór luttøka í ólavsøkukappríðingini

44 ross fara at kappast í Marknagili í morgin frá klokkan 15. Hetta er hægsta luttøkutalið hesumegin aldarskiftið..

2023-07-28 15:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað vera heili 44 ross ið fara at kappast í ólavsøkukappríðingini í ár. Hetta er hægsta luttøkutalið hesumegin aldarskiftið. Kappingin verður sum vant í Marknagili, ólavsøkudag kl 15.

Rossini er deild soleiðis - Í Tølt eru 7 ross, Skeið 6 ross, í Trav eru 12 ross, Tvíspor ung 7 ross, Tvíspor vaksin ll flokkur 4 ross og Tvíspor vaksin l flokkur 8 ross. 

Har tað í nøkrum greinum finnast rættiliga greiðir favorittar, so er tað í Tvíspor Vaksin l flokkur, nærum vónleyst at meta um hvør vinnur. Tað hava higartil í ár, verið tvær kappingar. Tí fyrstu við Leynavatn, vann Bragi við Elisabeth Niclasen á baki og í Vágum vann Thor við Regin Johannessen. Hesir báðir hestarnir muga metast at hava ein góðan kjans at vinna á ólavsøku, men hvørki fyrrverandi føroyameistarin, Freyr, verandi føroyameistarin, Svanna, ella hini rossini í Tvíspor l flokki skula undirmetast. Útav 8 rossum sum eru við í bólkinum, kunna tey 6 helst meta seg hava ein góðan møguleika at vinna heiðursmerkið á degnum, meðan hini bæði heilt vist hava vónirnar.

[object Object]


[object Object]

Eisini skal havast í huga at í Marknagili kappast l flokkur á 500 metrum, har tað bæði við Leynavatn og í Vágum verður runnið 250 metrum. Hetta broytir nakað uppá fortreytirnar hjá rossunum - Alt hetta skuldi borga fyri eina spennandi kapping á ólavsøku.

Travkappingin kann eisini gerast spennandi. Hetta er størsti bólkur á degnum. Í Tvíspor ung er eisini vert at leggja tilmerkis at Sirkill við Ranju K. H. Djurhuus á baki, higartil í ár hevur havt betri tíðir enn tey vaksnu til báðar kappingarnar, so hetta er ein sera skjótur hestur. Á ólavsøku ber tó ikki til at samanbera tíðirnar, tá tey ungu ríða 250 metrar, meðan l flokkur sum fyrr nevnt renna 500 metrar 

Allar paringarnar síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder