2022-07-24 16:26
Danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen er ávegis til franska høvuðsstaðin, har hon fer at vera hjástødd, tá Jonas Vingegaard um nakrar tímar fer á pallin at taka ímóti vinnarapokalinum í Tour de France súkklukappingini.
Túsundtals danir vera stæddir í París í dag, tá landsmaðurin úr Glynøre vinnur heimsins størstu súkklukapping.
Danska felagið “Dansk Idrætsforbund”, DIF, fegnast um stóra bragdið hjá Vingegaard og sigur, at tað telist millum størstu hendingarnar nakrantíð í danskari ítróttarsøgu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald