Annað

Michael Schumacher fyllir 50

Enn veit almenningurin ikki hvussu heilsustøðan hjá Formel 1 legenduni er.

2019-01-03 10:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrverandi týski Formel 1 íðkarin, Michael Schumacher, fyllir 50 ár í dag. Michael Schumacher vann heimsmeistaraheitið í Formel 1 sjey ferðir.

Michael Schumacher gavst við Formel 1 í 2012. Síðani 2013 hevur lítið og einki verið at frætt um Michael Schumacher, eftir at hann datt á skí og smekkaði høvdi móti einum steini.

Síðani hesa hendingina hevur familjan verið sera loynilig um hvør støðan hjá Michael Schumacher er.

Fyrrverandi meistarin býr í Sveis saman við familju síni, og bert fáar meldingar hava verið um lívið hjá honum. Onkur hevur fortalt, at tey hava vitja hann, og onkur hevur sagt, at Michael Schumacher hevur sæð onkra Formel 1 koyring. Men eingin vil siga, um Michael Schumacher er førur fyri at ganga, tosa ella hvør heilsustøðan er í heila tikið.

Hvussu er og ikki, so fara Formel 1 viðhaldsfólk altíð at minnast Michael Schumacher fyri hansara framúrskarandi yrkisleið aftanfyri rattið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder