Fótbóltur

Michal ótolnast eftir ríkisborgaraskapinum

Miðvallarin hjá B36 vil fegin kunna koma upp á tal, tá landsliðshópurin móti eitt nú Polandi skal takast út seinni í ár.

Michal Przybylski í evropeiskum dysti fyri B36 móti Viborg FF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Michal Przybylski í evropeiskum dysti fyri B36 móti Viborg FF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-22 15:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Michal Przybylski, fótbóltsspælari hjá B36 vónar nú, at umsókn hansara um at fáa danskan ríkisborgaraskap verður avgreidd í næstum, so hann møguliga kann koma upp á tal, tá Håkan Ericsson, landsliðsvenjari, til sína tíð skal taka út landsliðshópin, sum skal spæla EM-undandystirnar móti føðilandi hansara, Polandi.

25 ára gamli Michal, fastur miðvallari hjá B36, er nú farin at ótolnast yvir longu tíðina tað tekur at fáa hansara umsókn um ríkisborgaraskap viðgjørda.

Við polska miðilin sport.pl hevur hann greitt frá, at hann longu í november 2020 sendi inn umsóknina um at fáa danskan ríkisborgaraskap, fyri at fáa møguleikan at spæla við føroyska landsliðnum.

Hann visti longu tá, at hann kundi rokna við eini bíðitíð á 14 til 16 mánaðir, men enn hevur hann ikki fingið svar.

- Hevði tað verið upp til føroyskar myndugleikar, so hevði eg fingið ríkisborgaraskapin fyri langt síðani. Tey kenna meg her – vita, at eg tosi málið, havi verið gjøgnum alla teirra skúlaskipan og havi føroyskt koyrikort. Men tað er Danmark, sum eigur avgerðina, og tá dregur út, sigur hann við sport.pl, sum svenski fótbóltsmiðilin Fotbollskanalen endurgevur.

Przybylski vónar nú, at hann kann fáa ríkisborgaraskapin í mai, so hann kann gerast aktuellur, tá Håkan Ericsson tekur út hópin til EM-dystirnar móti m.ø. Polandi.

- Løgið. Sum ungur droymdi eg um at spæla við polska landsliðnum. Men nú havi eg búð í Føroyum í 22 ár – eg kom higar sum trý ára gamal. Nú eru Føroyar tað landið, sum eg havi tættast bond til, hóast eg eri polskur, sigur hann við sport.pl.

Pápi Michal, Tomasz Przybylski, kom til Føroya í 1999 at spæla fyri ÍF. Seinni spældi hann við LÍF og síðan við B68 á Toftum, har hann framvegis býr.

Føroyar skulu spæla móti Polandi 7. september á útivølli og 12. oktober heima á Tórsvølli.

[object Object]Sum ungur droymdi hann um polska landsliðið - nú droymir hann um at umboða Føroyar í EM-undandysti móti Polandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder