2019-06-18 10:06
Fyrrverandi forsetin í UEFA, franska fótbóltslegendan Michel Platini, er handtikin í Fraklandi. Hann er handtikin í samband við kanning um mutur í samband við at Katar fekk heiðurin at verða vertstjóð fyri HM í fótbólti í 2022.
Platini varð handtikin í morgun í Nanterre uttanfyri París.
63 ára gamli fransmaðurin var forseti í UEFA frá 2007 til 2016. Hann fór frá eftir at hann fekk forboð fyri at hava nakað at gera við fótbólt í seks ár. Hann fekk seinni dómin broyttan niður í fýra ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald