Tað er møguleiki fyri at HB-leikarin René Shaki Joensen fer at skifta til NSÍ.
Hann var ónøgdur eftir finaluna um løgmanssteypið í desember, og er langt frá spælitíð í HB. René Shaki Joesnen var heldur ikki við í hópinum í fyrsta umfari móti NSÍ, hetta hóast hann var tøkur.
Bolt.fo skrivar, at samráðingar eru millum HB og NSÍ, sum framvegis ikki eru komnar á mál, at René Shaki Joensen skal skifta til NSÍ.
René Shaki Joensen hevur sáttmála við HB fyri 2021.
Petur Knudsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eisini bendir okkurt á, at NSÍ-leikarin Petur Kndusen er á veg til annað felag. Bolt.fo skilir, at áhugi er frá finska meistaraliðnum, HJK Helsinki, at fáa runavíkingin í sín hóp.
Flytingargluggin letur aftur 15. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald