Í summar kom 27-ára gamli Mikkel Dahl til HB úr Nykøbing. Hann byrjaði beinanvegin at skora mál - í grannauppgerðini móti B36 - og tað gjørdist til 14 mál í 13 dystum í Betrideildini.
Hann skuldi bert nýta 954 minuttir til at enda í topp-fimm á toppskjúttalistanum, og nú er greitt, at HB heldur uppá vandamikla danan.
Mikkel Dahl í hálvfinaluni móti NSÍ í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Partarnir hava longt samstarvið, so tað er galdandi fyri 2021 eisini. Hetta váttar HB í kvøld
Eftir sigurin á Víkingi í hálvfinaluni í dag, spurdu vit Mikkel Dahl um hví, hann hevur valt at leingja. Sí samrøðuna omanfyri.
Nú gleðir áleyparin seg til steypafinaluna móti Víkingi leygardagin, har HB hevur møguleikan at tryggja sær greipuna fyri fyrstu ferð síðani 2004.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald