Hondbóltur

Mikkel Hansen aftur til Danmarkar at spæla næsta ár

Donsku meistararnir hava tryggjað sær ein av heimsins allarbestu hondbóltssleikarum - Nummar 24 skiftir París út við Aalborg næsta summar, og partarnir hava gjørt ein trý-ára sáttmála.

Mikkel Hansen stórfegnast, eftir at fyrsta HM-gullið hjá dønum er komið í hús við finalusigri í Herning - frá 2022 og trý kappingarár fram fer stjørnuleikarin at spæla regluliga í donsku hallunum aftur (Mynd: EPA)

Mikkel Hansen stórfegnast, eftir at fyrsta HM-gullið hjá dønum er komið í hús við finalusigri í Herning - frá 2022 og trý kappingarár fram fer stjørnuleikarin at spæla regluliga í donsku hallunum aftur (Mynd: EPA)

2021-02-18 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltsviðmerkjarin hjá TV2 hevur í dag skýrt tað størsta skiftið í danskari hondbóltssøgu. Fyrrapartin skrivaðu TV2 og BT, at Mikkel Hansen og Aalborg Håndbold høvdu gjørt eina avtalu, sum fer at koma í gildi í 2022, og um middagsleitið váttaði felagið tíðindini á heimasíðu sínari

Hetta er ein av størstu døgunum í søgu felagsins, sigur stjórin Jan Larsen, og ei undur er í tí. Seinastu tíggju árini ella so hevur Mikkel Hansen verið mettur at vera ein av heimsins bestu hondbóltsleikarunum og er tríggjar ferðir kosin sum tað. 33-ára gamli bakspælarin við tí framúr góða skotinum og spælskilinum hevur vunnið alt við Danmark: EM (2012), OL (2016) og seinastu tvey heimsmeistaraheitini - á heimavølli í 2019 og í Egyptalandi í farna mánaða.

Mikkel Hansen spælir undir Nikolaj Jakobsen á danska landsliðnum, sum í dag hevur víst á, at skiftið frá fronskum hondbólti og stórfelagnum PSG til danskan hondbólt og Aalborg helst ikki fer at gera, at støði hjá nummar 24 fer niður. Venjarin, ið leiddi júst Aalborg til danska meistaraheiti í 2013, rósar felagnum og vísur á, at Henrik Møllgaard, sum skifti úr júst PSG til Aalborg í 2018, framvegis hevur eitt høgt støði. Hansen og Møllgaard skulu vera við at lyfta Aalborg nærri evropeiska toppinum, og tað er júst tað, ið Nikolaj Jakobsen vísur á kann henda. Aalborg hevur vunnið danska meistaraheiti tvey tey seinastu árini og er framvegis væl við í Champions League. 

- Aalborg Håndbold hevur fingið stór altjóða úrslit seinastu árini. Eg havi framvegis risastór mál, og eg trúgvi uppá at eg kann vera við at hjálpa felagnum við at taka enn eitt upp eftir evropeiska stiganum

[object Object]
Nummar 24 fer skjótt aftur at skjóta mál á danskari jørð (Mynd: EPA)

Hetta segði Mikkel Hansen við heimasíðuna hjá Aalborg Håndbold í samband við kunngerðina. Hann hevur vunnið danska meistaraheiti tvær ferðir - við AG København - tað spanska við Barcelona og tað franska fleiri ferðir við PSG. Mikkel Hansen tó ongantíð vunnið Champions League. Nú setur Aalborg yvirleggjaran hægri, og danskir miðlar skriva eisini í dag, at Mads Mensah helst vendir aftur til Aalborg eftir sjey ár í Týsklandi.

Mikkel Hansen fer at hava heimavøll í Gigantinum frá august 2022 og trý ár fram. Sáttmálin við PSG, ið heimsstjørnan hevur spælt við síðani 2012, gongur út komandi summar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder