Tað er útbúgvingin sum krevst fyri at verð høvuðsvenjari hjá liðum í hægstu deildunum í Evropa, og um ein skal vera landsliðsvenjari.
Áður hava Bill McLeod Jacobsen, fyrrverandi U21-landsliðsvenjari og núverandi venjari hjá Skála, og Jógvan Martin Olsen, fyrrverandi A-landsliðsvenjari og núverandi U19-landsliðsvenjari, lokið hana. Nú hevur Mikkjal Kjartansson Thomassen, sum tann triði føroyingurin fingið UEFA Pro Licens prógv.
Hann er júst vorðin 44-ár, og hevur seinastu fimm árini verið venjari hjá KÍ. Har hevur hann tvey ár á rað ført liðið víðari í Evropa, og í fjør var tað merkisvert, at KÍ sendi eitt litaviskt lið út í 1. umfari í Europa League. Í 2016 vann KÍ undir Mikkjali sítt fyrsta Løgmanssteyp í 17 ár. Í fjør kom so tað, sum tey í Norðuroyggjum høvdu bíðað eftir síðani 1999: KÍ gjørdist FM-vinnari
Eina viku undan jólum gjørdist greitt, at KÍ og Mikkjal høvdu longt samstarvið til og við 2022. Mikkjal Thomassen hevði annars eitt tilboð úr næstbestu deildini í Noreg.
Tað er júst í Noreg, at Mikkjal javnan hevur verið í samband við útbúgvingina. Saman við fyrrverandi Liverpool og Tottenham-leikaranum Øyvind Leonhardsen og 16 øðrum, hevur føroyski venjarin tikið UEFA Pro Licens. 16 norðmenn og ein íslendingur hava saman við Mikkjali fullført útbúgvingina, ið fyrrverandi landsliðsleikarin, Dan Eggen, var leiðari fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald