Fótbóltur

KÍ og Mikkjal hava longt samstarvið

Nýggi sáttmálin millum partarnir er galdandi til og við 2022.

Seint í oktober lyfti Mikkjal Thomassen FM-steypið í Gundadali. Hann skal sambært nýggja sáttálanum standa á odda fyri KÍ komandi trý árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Seint í oktober lyfti Mikkjal Thomassen FM-steypið í Gundadali. Hann skal sambært nýggja sáttálanum standa á odda fyri KÍ komandi trý árini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-17 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist sunnudagin greitt, at Mikkjal Thomassen heldur fram í KÍ. 43-ára gamli venjarin hevði eitt ítøkiligt tilbuð frá Øygården, ið komandi ár skal spæla í næstbestu norsku deildini. Hann valdi tó at takka nei til hetta, og segði við Portalin í gjár, at hann hevði merkt eitt ynski frá leiðsluna í KÍ um at leingja samstarvið. Sáttmálin millum partarnar, ið varð skrivaður á vári í fjør stóð til at ganga út eftir kappingarárið 2020

Les eisini: Mikkjal: - Stóra ynski frá KÍ og fólkunum rundanum um, at eg skuldi halda fram, vigaði nógv í mínari avgerð

KÍ hevur nú boðað frá, at partarnir ynskja at samstarvið skal ganga longur enn til komandi ár er av, og at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður. Á heimasíðu felagsins stendur, at Mikkjal Thomassen eftir ætlan verður verandi trý kappingarár afturat í KÍ

[object Object]
Hilmar Danielsen, Tummas Lervig og Rúni Heinesen úr nevndini saman við Mikkjali Thomassen (Mynd: ki.fo)

Mikkjal Thomassen hevur verið venjari hjá KÍ síðani 2015.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder