20 ára gamli verjuleikarin Mikkjal Hellisá hevur skrivað undir sáttmála fyri kappingarárið 2023.
- Í Mikkjali hava vit ein sera evnaríkan verjuleikara, sum vit síggja stórt potentiali í. Hann leikti sín fyrsta dyst í betrideildini sum 16 ára gamal, og higartil er tað blivið til 66 dystir fyri Betrideildar liðið hjá okkum.
Í 2019 varð Mikkjal kosin ársins stjørnuskot í felagnum. Vit gleðast um, at Mikkjal hevur valt at halda fram og gleða okkum til komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald