Fótbóltur

Mikkjal og AIK á medaljuplássi

AIK avgjørdi við málið til 2-1 eftir 96 minuttir og er nú á 3. plássi, sum í øllum førum er nóg mikið til at koma í Conference League. Trý umfør resta í.

AIK hevur vunnið átta av teimum seinastu 10 dystunum í Allsvenskan. Steypadreymurin er framvegis har hjá Stokkhólm-felagnum

AIK hevur vunnið átta av teimum seinastu 10 dystunum í Allsvenskan. Steypadreymurin er framvegis har hjá Stokkhólm-felagnum

2024-10-22 12:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint fyri landsliðssteðgin tapti AIK sín fyrsta dyst síðani ólavsøkudag, men nú er liðið hjá Mikkjali Thomassen aftur á sigurskós og í topp-trý í fremstu svensku deildini.

AIK vitjaði í Göteborg í gjár. Útiliðið kom á odda eftir hálvan tíma. Hetta helt leingi, men í 88. minutti javnaði IFK Göteborg, sum hevði Jens Berthel Askou sum venjara fyrr í ár.

Liðið hjá Mikkjali gjørdi tó sum í grannauppgerðini móti Hammarby síðst í september og avgjørdi í yvirtíðini. Fríspark tikið stutt, síðani innlegg úr vinstru, og so kundi danski verjuspælarin Benjamin Tiedemann stúta bóltin í netið.

Stórur fagnaður í AIK-leguni. Við sigrinum lyftir liðið seg upp á triðjaplássið í Allsvenskan, nú trý umfør eru eftir. Heldur liðið hjá føroyska venjaranum seg har, so er Conference League á skránni næsta ár.

Hæddarpunktini frá dystinum síggjast niðanfyri:


Video: Allsvenskan

[object Object]
Ein fegin Mikkjal Thomassen eftir seina sigursmálið

AIK hevur vunnið átta av teimum seinastu tíggju landskappingardystunum. Eitt 4. pláss kann vera nóg mikið til Evropa næsta ár - felagið úr Stokkhólmi er framvegis við í svensku steypakappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder