Sámal Erik Hentze, hevur sent boð eftir Bartal Skaalum Petersen úr AB og Mikkjal Hellisá úr EB/Streymi til EM-undankappingardystin móti Serbia, sum verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin seinnapart.
Talan er um seinasta dystin í hesari undankappingini hjá U21-landsliðnum. Dysturin byrjar klokkan 16.15.
Eftir dystin móti Ukraina mikudagin, har føroyingar taptu 4-0, var greitt, at liðskiparin, Stefan Radosavljevic er leikbannaður til dystin móti serbum, og síðani hevur Áki Johannesen meldað frá orsaka av skaða.
Tí hevur Sámal Erik Hentze sent boð eftir Mikkjali Hellisá og Bartal Skaalum Petersen, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald