Fótbóltur

Mikkjal skal út í Evropa við AIK

AIK kom í yvirtal og vann heili 5-1 í seinasta umfarinum í Allsvenskan. Svenska liðið við føroyska høvuðsvenjaranum skal spæla í Conference League í 2025.

Mikkjal Thomassen til Conference League-dyst við KÍ í 2022 - í 2025 verður tað Conference League við svenskum stórfelagi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mikkjal Thomassen til Conference League-dyst við KÍ í 2022 - í 2025 verður tað Conference League við svenskum stórfelagi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-10 16:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyskur fótbóltur fer at hava ein venjara, sum stjórnar einum útlendskum felagi í evropeiskari kapping í 2025. Hetta er greitt, eftir at liðið hjá Mikkjali Thomassen vann heili 5-1 á Halmstad í seinasta umfari í Allsvenskan.

Harvið tryggjaði AIK sær bronsuna og Conference League næsta ár. AIK var bert málúrttøku frá silvurheiðursmerkinum, tá samanumkom. 

Tá Mikkjal Thomassen tók við í seinna helming av juli, lá AIK nummar átta svensku deildini, sum telur 16 lið. Tað vil siga mitt í. Eftir tap í tveimum teimum fyrstu dystunum - báðir móti GAIS - hevur tað so at siga bert gingið ein veg.

48-ára gamli føroyingurin er tvær ferðir kosin besti venjarin fyri ein mánaða í Svøríki.

AIK var favorittur á heimavølli móti Halmstad. Ioannas Pittas skoraði eisini í 29. minutti. Halmstad javnaði tríggjar minuttir seinni, men í 36. minutti fekk útiliðið reytt kort, og so gekk tað bara ein vegin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder