30 daga treytaða fongsulsrevsing og 40 tíma samfelagstænastu.
Tað var dómurin sum Mikkjal Tomassen fekk í Føroya rætti í dag. Hetta veit Frihedsbrevet.fo, sum hevur fylgt rættarmálinum, sum hevur verið í Føroya rætti í gjár og í dag.
Málið við fyrrverandi KÍ-venjaranum ákærubonkinum snýr um hóttanir í býarlívinum í september í fjør. Skuldsetingar vóru upprunaliga eisini um harðskap, men hetta var síðani slept.
Hvørki tann órættaði fótbóltspælarin ella vitni hava meldað Mikkjal Thomassen, men tað er ákæruvaldið, sum av sínum eintingum hava tikið málið upp, sigur Frihedsbrevet.fo.
Rætturin metir, at prógv eru fyri, at Mikkjal Thomassen skal hava sagt "eg skal knúsa tíni bein, oyðileggja tína fótbóltsyrkisleið og tína sivilu yrkisleið” í býnum við ein fótbóltsspælara, og samstundis trýst hann bringuna. Tað var grundarlagið undir dóminum, sum varð sagdur.
Mikkjal Thomassen skal tó hava ávvíst, at hava sagt nakað um sivilu yrkisleiðina hjá fótbóltsspælaranum.
Mikkjal Thomassen og verji hansara umhugsa dómin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald