Fótbóltur

Mikkjal Thomassen kunngjørdur sum nýggjur AIK-venjari

Sáttmálin er galdandi til 2026. Longu hósdagin hevur hann fyrstu venjingina við hópinum.

(Mynd: AIK Fotboll)

(Mynd: AIK Fotboll)

2024-07-16 19:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikkjal K. Thomassen er í kvøld kunngjørdur sum nýggjur venjari í stórfelagnum AIK Stockholm.

Føroyski venjarin byrjar í starvinum beinanvegin og hósdagin er fyrsta venjingin við hópinum á venjingarvøllinum Karlberg.

- Eg komi til hetta stolta felagið at stríðast og at arbeiða hart. Fyri felagið, fyri viðhaldsfólkini og fyri leikararnar. Fyri at vinnna tykkara álit og virðing, sigur Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá felagnum.

Fyrsta val hjá AIK
- Mikkjal var okkara fyrsta val, og hóskar hann til okkum sum hond í handska. Eg eri vísur í at hann, saman við toyminum, fer at lyfta okkum millum tey bestu í Norðanlondum, í mun til úrslit, sigur Thomas Berntsen, ítróttarstjóri í AIK.

Talan er um fyrsta føroyska høvuðsvenjara í fremstu svensku deildini. Mikkjal Thomassen hevur í hálvtannað ár staðið á odda fyri norska Fredrikstad FK, sum hann hevur leitt upp í Eliteseriuna. Undan tí vann hann fleiri FM við KÍ og B36.

Nú er nýggj stór uppgáva á skránni. AIK liggur í løtuni nummar 8 av teimum 16 liðunum í Allsvenskan. Tað er ikki nøktandi stig fyr svenska stórfelagið. 14 av 30 umførum í Svøríki eru spæld.

Felagið hevur keypt føroyska venjaran úr Fredrikstad. Í 2017 stóð Mikkjal á odda fyri KÍ móti AIK í Europa League: 0-0 í Gundadali og 5-0 á stóra Friends Arena - nýggja heimavøllinum hjá Mikkjali Thomasen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder