Mikkjal Thomassen er fyrrapartin kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari í Fredrikstad FK, sum spælir í næstbestu norsku deildini.
46 ára gamli gullvenjarin kemur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá KÍ seinastu átta árini, og sigast má, at hann hevur lyft KÍ upp á eitt nýtt støði.
- Eg eri sera spentur at taka uppgávuna á meg, og eg síggi stórt potentiali í felagnum, sigur Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá Fredrikstad FK.
Fredrikstad FK endaði nummar 10 av 16 í næstbestu norsku deildini í fjør, og hevur ikki verið í bestu deildini síðani 2012.
Felagið hevur vunnið níggju norsk meistaraheiti - tað seinasta í 1961 - og ellivu steypagull - tað seinasta í 2006.
Talan er um ein trý ára sáttmála millum Mikkjal Thomassen og Fredrikstad FK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald