Hóast argentinski fótbóltsleikarin ongantíð náddi at gera um seg á besta liðnum hjá Cardiff City, so fekk hann eitt vakurt hátíðarhald, tá Cardiff spældi sín fyrsta dyst eftir syrgiligu hendingina, hjá nýinnkeypti leikarin hvarv í flogfari yvir Ermasund.
Undan dystinum á Emirates Stadium mintust leikarar og áskoðarar argentinska leikaran. Liðskipararnir, Mehut Özil hjá Arsenal og Sol Bamba hjá Cardiff løgdu hvør sítt gult blómutyssi á miðjuna á leikvøllinum áðrenn leikararnir savnaðust kring miðringin í tøgn.
Gult var liturin hjá Nantes, har Emiliano Sala spældi áðrenn hann skrivaði undir sáttmála við Cardiff. Annað blómutyssið var við tulipanum, blóman hjá Nantes, og hitt við páskaliljum, blóman hjá Wales.
Tað var ein rørdur venjari hjá Cardiff, Neil Warnock, sum hóast 1-2 ósigurin, takkaði áskoðarunum fyri eitt vakurt hátíðarhald.
- Hetta er trupult. Men tað, sum áskoðararnir hava gjørt, bæði heima á okkara egna stadion, og her hevur víst stórsinni. Eg kann bara rósa áskoðarunum og leikarunum, sigur Warnock við heimasíðunahjá Cardiff.
Emiliano Sala var á veg við einum lítlum privatflogfari til fyrstu venjingina í Cardiff, tá flogfarið hvarv nærhendis oynni Alderney.
(Mynd: EPA)
(Mynd: arsenal.com)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald