Annað

Miriam og Rúni kappaðust á høgum stigi í Hollandi

Miriam í Grótinum og Rúni Øster spældu tættan dyst í blandaðum tvímansleiki móti pari úr vertslandinum. Slíkar kappingar eru nakað, sum føroyskir badmintonspælarar vilja stremba eftir.

Miriam og Rúni taptu tepurt móti sterkum niðurlendskum pari, ið vóru á heimavølli

Miriam og Rúni taptu tepurt móti sterkum niðurlendskum pari, ið vóru á heimavølli

2024-03-20 09:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Miriam í Grótinum og Rúni Øster hava áður vunnið millum annað FM í blandaðum tvímansleiki saman. Tey hava staðið seg væl í áltjóða kappingum - hvør sær eisini.

Í síðstu viku vóru tey bæði úr Havnar Badmintonfelagið til stóra kapping í Niðurlondum. Badmintonsamband Føroya skrivar, at hetta var ein International Series. Tað er ein kapping, sum er eitt stig hægri enn Future Series, sum føroyingar hava verið til áður.

- Tey bæði eru samd um, at tey spældu ein góðan dyst, og at um farið verður til fleiri av hesum kappingunum, so ber væl til at vinna dystir og harvið eisini stig, so til ber at koma longri upp, og á hendan hátt verður tað lættari at sleppa við til tílíkar kappingar.

Miriam og Rúni spældu ímóti sterka parinum úr vertslandinum Alex Vlaar og Rosalie Teuben.

Tey føroysku taptu dystin 2-0, men setúrsltiini vóru 20-22 og 15-21. Harvið vóru Miriam í Grótinum og Rúni Øster væl við í serliga fyrsta dysti, og tey prógvaðu, at føroyingar kunnu veruliga verða við á hesum stigunum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder