Annar dagurin í HM-kappingini í dart í Esbjerg byrjaði við liðkappingini hjá kvinnum. Tey 43 londini vóru býtt í átta bólkar. Føroyar vóru í bólki við Kanada, Sveis, Belgia og Jersey.
Tað gekk stutt sagt av skriðuni hjá føroysku kvinnunum. Tær taptu fyrsta dystin 0-9 móti Kanada. Og tað var lítið frægari móti Sveis og Belgia, 2-9 og 0-9. Móti Jersey gekk heldur frægari. Føroysku kvinnurnar komu afturum 0-4, men eftir hetta skiftust liðini um at vinna settini, men ringa byrjanin førdi við sær, at føroysku kvinnurnar eisini taptu henda dystin, úrslitið gjørdist 5-9.
Einmansleikur hjá monnum
Teir fýra føroysku menninir skuldu mikumorgunin royna seg í einmansleiki. 196 leikarar vóru við. Kappingin var skipað sum cup-kapping.
Jan McIntosh var tann fyrsti at royna seg. Jan hevði fingið eitt trupult lutakast, og skuldi í fyrsta umfari royna seg móti Paavo Myller úr Finnlandi. Finskir spælarar eru altíð tungir at spæla ímóti, tí teir skora væl alla tíðina.
Eftir eina trilvandi byrjan frá báðum í fyrsta setti, funnu báðir spælararnir tað góða spælið fram, og dysturin gjørdist sera væl spældur, har Jan var ómetaliga tryggur, tá settini skuldu steingjast. Og hesar góðu steingingar gjørdu eisini, at Jan vann dystin 4-1.
Mótstøðumaðurin í øðrum umfari var úr Luksemburg. Á pappírinum ein lættari mótstøðumaður og Jan kom skjótt á odda 2-0 við tryggum spæli og góðum steingingum. Men so raknaði mótstøðumaðurin við, og áðrenn nakran vardi, var Jan aftanfyri 2-3.
Nú var støðan spent, men Jan varveitti nærlagni og við tveimum góðum settum, var 4-3 sigurin heima.
Var mótstøðan hørð í fyrstu umførunum, gjørdist hon uppaftur harðari í tríðja umfari. Her var mótstøðumaðurin Haupai Puha úr New Zealandi, ið liggur nr. 3 á heimstyrkilistanum. Puha legði eisini út sum eitt óløgi og stongdi fyrsta settið við 11 pílum áðrenn Jan var komin niður um 300. Í øðrum setti var Jan fyrr niður, og fekk tríggjar sett-pílar, men misnýtti allar. Triðja sett var meinlíkt tí fyrsta, og so var 0-3. Í fjórða sett fekk Jan aftur tríggjar sett-pílar, sum aftur vóru misnýttir, og so var dysturin yvirstaðin uppá einans 13 minuttir.
Jan Erik Fjallstein møtti í fyrsta umfari einum ungum kekkiskum leikara. Kekkiski leikarin var, hóast unga aldurin, sera tryggur í sínum spæli. Jan Erik hevði hinvegin stórar trupulleikar við at raka treble-20, og var tí aftanfyri mest sum alla tíðina. Hann kom skjótt afturum 0-2 og eftir misnýttar sett-pílar eisini 0-3. Tað eydnaðist Jan Eriki at vinna 4. setti, men løtu seinni hevði kekkin avgjørt dystin og so var Jan Erik útsligin.
Marjus Hansen møtti í fyrsta umfari einum leikara frá Kypros. Tað leikaði javnt á at byrja við og teir vunnu hvør sítt sett. Marjus kom síðan afturum 1-2, men hevði møguleikar at vinna bæði fjórða og fimta sett. Tíverri sviku lukkingarnar og so vann kypriotiski leikarin 4-1.
Uni Árting sat yvir í fyrsta umfari. Í øðrum umfari var mótstøðumaðurin Remo Senti úr Liktinstein. Á pappírinum ein yvirkomuligur mótstøðumaður, men dysturin gjørdist sera javnur og eitt sindur løgin, tí báðir leikararnir spældu øgiliga væl, tá teir sjálvir áttu útleggið, og minni væl í útlegginum hjá hinum. Uni átti tó útleggi í 7. setti, og her var søgan tann sama. Uni spældi seg skjótt niður og stongdi áðrenn Senti kom niður á steinging.
Í triðja umfari æt mótstøðumaðurin hjá Una Jake MacMillan úr Kanada. Vónir vóru um eitt gott úrslit, tí MacMillan hevði ikki spælt serliga væl, tá hann vann seg víðari úr øðrum umfari. Men móti Una var vent í holuni. Uni fylgdi nøkunlunda við í fyrsta setti, men næstu trý settini var MacMillan klárt tann betri, vísti onga náði og vann 4-0 við einum miðaltalið uppá 93.
Í dag skulu menninir royna seg í liðkappingini, meðan kvinnurnar skulu spæla tvímansleik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald