Annað

Mjølnir er í steypafinaluni

Mennirnir hjá Mjølni livdu upp til favorittleiklutin á heimavølli, hóast SÍ gav góða mótstøðu í hálvfinaluni.

Mjølnir basti SÍ í hálvfinaluni í Klaksvík
(Mynd: Norðlýsið)

Mjølnir basti SÍ í hálvfinaluni í Klaksvík (Mynd: Norðlýsið)

2019-02-16 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóri hálvfinaludagurin hjá Flogbóltssambandinum byrjaði við aðrari hálvfinaluni hjá monnum. Har var tað Mjølnir, suverena oddaliðið í landskappingini, ímóti SÍ. Tað vóru nógv fólk í Badmintonhøllini í Klaksvík, har nógvir sørvingar vóru komnir norð og settu sín dám á. 

Hóast SÍ byrjaði væl í fyrsta settinum, so tók Mjølnir yvir sum settið leið. Í 2. setti gjørdi Mjølnir nógvar feilir, meðan SÍ spældi væl og vann 25-22. Men heimaliðið setti tinigini uppá pláss í 3. og 4. setti og vann uttan at tað gjørdist heilt spennandi, hóast sørvingar stríddust væl ímóti. Harvið er Mjølnir sum væntað í steypafinaluni. 

Mjølnir - Fleyr 3-1

25-17, 22-25, 25-13 og 25-19.


Hvat mótstøðuliðið hjá Mjølni verður, gerst ikki greitt fyrren í kvøld. ÍF og Fleyr stríðast um hitt finaluplássið klokkan 17.00. 

Fyrra hálvfinalan hjá kvinnan byrjar klokkan 15.00. Hon er ímillum KÍF og SÍ. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder