Annað

Mjølnir hevur evropeiska uppgávu í kvøld

Ukrainska liðiði VC Reshetylivka vitjar í Klaksvíkar Badmintonhøll. Dysturin í kvøld - og seinni dysturin í morgin - byrjar klokkan 19. Báðir eru á heimavølli, og er útiliðið favorittur.

Aftur í ár eru menninir hjá Mjølni við í CEV Challenge Cup. Í fjør gekst heilt væl í løtum í heimadystinum móti sterkari mótsstøðu úr Niðurlondum (Savns,ymd: Jens Kr. Vang)

Aftur í ár eru menninir hjá Mjølni við í CEV Challenge Cup. Í fjør gekst heilt væl í løtum í heimadystinum móti sterkari mótsstøðu úr Niðurlondum (Savns,ymd: Jens Kr. Vang)

2024-10-16 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrireikingarnar til CEV Challenge Cup dystin millum Mjølnir og ukrainska liðið VC Reshetylivka eru í hæddini

Soleiðis skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari. 

Evropeiskur dámur er settur á Bamintonhøllina í Klaksvík, nú føroyamiestararnir hjá monnum aftur í ár eru við í kappingini. Í fjør gekst heilt væl í løtum í heimadystinum móti sterkari mótsstøðu úr Niðurlondum.

Tá var talan um ein dyst í Klaksvík og ein á útivølli. Av tí at tað er kríggj í Ukraina, so verða báðir dystirnir leiktir í Klaksvík hesaferð, skrivar Norðlýsið

Tann fyrri dysturin er í kvøld, mikudagin 16. oktober klokkan 19.00. Seinni dysturin byrjar eitt samdøgur seinni, hósdagin 17. oktober.

Ukrainska liðið, sum endaði nummar fimm í heimligu kappingini í fjør, stendur sum stórfavorittur, men heimavallarfyrimunurin er millum annað har hjá Mjølni.

Til ber at keypa atgongumerki her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder