Annað

Mjølnir steypavinnari fyri fyrstu ferð síðani 2007

Liðið úr Klaksvík livdi upp til favorittheitið og vann 3-0 á Fleyr.

Mjølnir var omaná í steypafinaluni í dag
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Mjølnir var omaná í steypafinaluni í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-02 14:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mjølnir hevur verið suverent í Meistaradeildini í ár. Liðið úr Klaksvík hevur vunnið allar dystirnar og bert tapt fýra sett. Tað var tí við Mjølni sum favoritti, at steypafinalan varð leikt í Stórhøllini á Hálsi. 

Fleyr var mótstøðuliðið, og í tveimum teimum fyrstu settunum var havnarliðið væl við. Serliga í fyrsta setti gjørdist tætt. Byrjanin var merkt av feilum frá báðum síðum; serliga servifeilum, har leikararnir satsaðu nógv. Mjølnir sá tó út til at renna avstað, tá klaksvíkingar komu á odda 20-16. Síðani vann Fleyr fýra bóltar á rað. Mjølnir kom uppá 23-20, men aftur kom Fleyr uppá javnt. Liðið úr Klaksvík vann tó tveir teir seinastu bóltarnar  og harvið settið.

Í 2. setti helt Fleyr eisini væl fast eina løtu, men tað tykist sum, at teir í hvítum skuldu arbeiða meira fyri stigunum enn teir í ljósabláum. Blokkurin hjá Mjølni var frálíkur, og álopsspælið var varierað og koyrdi væl. Við hesum høvdu favorittarnar aftur munin, og í 3. setti var eingin ivi. Mjølnir kom tíðliga á odda við fleiri stigum, og tað varð leikt við yvirskotið. Leikarndi venjarin, avstraliumaðurin Phil Freere var í hopla, og munurin gjørdi 11 stig.

Ein uppiborin steypasigur og tann fyrsti í 12 ár hjá besta mansliðnum í Klaksvík. Fleyr stríddist væl ímóti, men sterka Mjølnir-liðið vísti ígjøgnum dystin, hví tað er suverent oddalið í landskappingini. 

Steypafinalan hjá monnum:
Mjølnir – Fleyr 3-0
25-23, 25-20, 25-14,


Finalan hjá kvinnum byrjar um ein tíma - klokkan 16.00. Hon kann síggjast í Kringvarpinum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder