Annað

Mjølnir vann aftur á Fleyr

Mjølnir vann 3-0 á heimavølli og er í løtuni greitt á odda í Meistaradeildini hjá monnum.

Mjølnir vann á Fleyr hóskvøldið og aftur í dag koppaðu klaksvíkingar havnarmonnunum
(Mynd: Norðlýsið)

Mjølnir vann á Fleyr hóskvøldið og aftur í dag koppaðu klaksvíkingar havnarmonnunum (Mynd: Norðlýsið)

2018-11-11 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið basti Mjølnir havnarmonnum í Stórhøllini á Hálsi. Í dag hittust Mjølnir og Fleyr aftur; hesaferð í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Í fyrsta settinum legði Mjølnir hart út, og var á veg ímóti einum tryggum sigri. Fleyr kom tó væl innaftur og hótti eina løtu heimaliðið. Tað endaði tó við, at Mjølnir vann við nøkrum bóltum.

Í 2. setti vann Mjølnir, meðan triðja sett gjørdist væl javnari, har Fleyr byrjaði væl betir. Tað kundi fara báðar vegir, men Mjølnir var omaná í dag og vann 3-0.

Liðið hjá Mjølni er styrknað í ár; serliga við leikandi venjaranum Phil Freere úr Avstralia og Trygva Hansen, ið er komin úr ÍF. Liðið úr Klaksvík hava vunnið allar dystirnar, meðan Fleyr nú er farið afturum SÍ. Sørvingar vunnu í gjár 3-1 á heimavølli móti ÍF.

Mjølnir - Fleyr 3-0
25-17, 25-15 og 25-22

Í gjár: SÍ - ÍF 3-1
25-15, 25-21, 23-25 og 25-15.

Mjølnir 12 (4 dystir)
SÍ 5 (3 dystir)
Fleyr 4 (4 dystir)
ÍF 0 (3 dystir)

ÍF og SÍ spæla aftur í annakvøld. Dysturin á Kambsdali byrjar klokkan 19.30. 


 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder