2018-07-02 18:14
B36-liðið, sum hósdagin skal royna seg á útivølli móti St Joesphs á Gibraltar, skuldi eftir ætlan av landinum í dag.
Men mjørkin í Vágum hevur fingið flogfelagið SAS at avlýsa á Føroyarutuni - nevniliga flogfarið sum B36-liðið skuldi við. Tað upplýsir Jákup á Borg, venjari hjá B36, fyri tíðindasíðuni in.fo.
Hann sigur víðari við in.fo, at arbeitt verður við at sleppa av landinum í kvøld, og so at hava venjingar í Keypmannahavn í morgin og mikudagin, áðrenn kósin verður sett móti Gibraltar.
Fyrri dysturin varð leiktur hósdagin, og hóast B36 hevði allar møguleikar at leggja seg á odda, gjørdist úrslitið 1-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald