2019-09-21 19:50

Stórur spenningur er á Tórsvølli, nú fyrsta bríksl í finaluni um Løgmanssteypið nærkast í hvørjum.
Fyri løtu síðani mettu dómararnir um, støðuna, tí alsamt meira mjørki er komin yvir Tórsvøll ígjøgnum kvøldið. Sambært Kringvarpinum var eitt sindur ivasamt, um dysturin skuldi spælast.
Dagfinn Forná hevur tó tikið avgerð um, at roynt verður at spæla. Møguleiki er tó fyri, at tað verður avblást, tí um hjálpardómararnir ikki síggja alla linjuna, so kann ikki spælast sambært reglunum.
Fylg við á forsíðu okkara - dysturin kann síggjast hjá Kringvarpinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald