Ikki bara norsku meistararnir eru ávirkaðir av keðiliga veðrinum og nógva mjøkanum í Vágum.
Les eisini: Bodø/Glimt kemur ikki til Føroya í dag
HB, sum skal spæla seinna dystin móti Newtown FC í Conference League, skuldi eftir ætlan flúgva til Edinburgh við Atlantsflogi seinnapartin, og síðani koyra við bussi til Wales.
Hópurin var komin vestur, men øll flogferðsla varð seinnapartin avlýst, og túrurin hjá HB’arunum sum vunnu fyrra dystin 1-0, bleiv tí av ongum í dag.
Vónað verður at sleppa á flog í morgin fyrrapart.
HB er í góðari tíð, og tí er eingin fjáltur á enn. Dysturin verður á Park Hall leikvøllinum í Oswestry hósdagin klokkan 18:15 føroyska tíð.
Betri gekk hjá Víkingi, sum fór úr Vágum í morgun, og fyrrapartin lendi í París. Einaferð í kvøld verður flogið víðari til Malaga í Spania, nærhendis Gibraltar. Víkingur spælir eisini hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald