Hondbóltur

Mladen flytir til Klaksvíkar

Royndi serbin skal verja málið hjá Team Klaksvík og eisini vera málmansmennari fyri ungdómin í Klaksvík. Aðrir spælarar fara eisini úr VÍF.

Mladen Mjerimacka saman við Jón Jacobsen, formanni (Mynd: Team Klaksvík)

Mladen Mjerimacka saman við Jón Jacobsen, formanni (Mynd: Team Klaksvík)

2025-06-10 10:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Team Klaksvík kunngjørdi í gjárkvøldið eina "stóra undirskrift" til næsta kappingarár. 

36-ára gamli Mladen Mjeimacka hevur seinastu mongu árini verið ein stórur profilur í føroyskum hondbólti. Serbin hevur verið við at vunnið fleiri steyp - í Vestmanna og okkurt í høvuðsstaðnum - og hevur eisini fingið heiðurin ársins málverji nakrar ferðir. 

Kappingarárið 2025/2026 skal hann spæla við Team Klaksvík, sum endaði aftast síðsta kappingár.

Mladen fer heilt víst at gera stóran mun í felagnum. Afturat tí at hann skal verja málið hjá Team Klaksvík, skal royndi maðurin vera málmansmennari fyri ungdómin í Klaksvík.

Mladen Mjerimacka er málverjumennari hjá Hondbóltssambandi Føroya.

[object Object]
Mladen Mjerimacka fór til Vestmanna at spæla í 2016 (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
Einu tíðina var hann málverjuvenjari hjá kvinnulandsliðnum. Nú er hann málverjumennair hjá HSF og venjari á ungdómslandsliði (Mynd: Sverri Egholm)

Dánjal Ragnarsson er farin úr VÍF - aftur til Neistan  -og sum skilst fara aðrir eisini úr felagnum. Millum annað hoyrist at nakrir av yngru spælarum fara at royna seg aðrastaðni.

Team Klaksvík kunngjørdi annars í gjárkvøldið, at Jens Pauli Poulsen heldur fram sum profilur á liðnum og sum ungdómsvenjari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder