24. oktober lupu føroyingar hvøkk á í sínum fyrsta undankappingardysti í fleiri ár. Í Podgorcia í Montenegro gjørdu Føroyar tað væl meira trupult enn væntað fyri liðið, ið var til EM í januar sama ár. Føroyingar vóru á odda við heili fimm málum í hálvleikinum og endaðu við at fáa tryggjað sær javnleik í seinastu sekundunum.
Í kvøld spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum sín næstseinasta dyst í hesari EM-undankappingini. Higartil einasta stigið er komið í fyrsta dystinum, men Føroyar vóru sera tætt við at fáa stig ímóti Ukreina í apríl, har bert eitt mál skiltu liðini í Royal Arena.
(Kjartan Johansen gjørdist føroyskur toppskjútti við sjey málum ímóti Ukreina í Royal Arena - Mynd: Sverri Egholm)
Føroyska liðið hevur fyrireika seg væl til dystin í kvøld. Síðani kappingarnar hjá leikarunum endaðu, hava Sonni Larsen og Jeppe Borch havt hópin samlaðan til fleiri venjingar í Føroyum. Í gjár kom hópurin so til Danmarkar, og ein venjing var á skránni seinnapartin í Farum Arena, har dysturin verður leiktur í kvøld.
Sí eisini:
Føroysk venjing í Farum
Pláss er fyri áleið 2500 áskoðarum til hondbóltsdystir í høllini á Norðursælandi, og tað verður væntað, at áleið 1000 áskoðarar verða til dystin, har teir flestu eru føroyingar. Sonni Larsen og Tórður Guttesen søgdu eftir venjingina, at liðið er væl fyri
Sí eisini:
Tórður Guttesen: Hetta er ein stórur møguleiki hjá mær
Sonni Larsen: Montenegro fer ikki at undirmeta okkum aftur
Danmark vann í gjár 33-30 í Kiev, og harvið hava heimsmeistararnir spælt seg víðari til EM. Jóhan á Plógv Hansen skoraði fimm mál í sigrinum, ið eisini hevur við sær, at Montenegro framvegis hevur møguleikan at koma víðari. Til tað krevst tað fyrst og fremst ein sigur á Føroyum í kvøld.(Mikkel Hansen skoraði sítt landsliðsmál nummar 1000 móti Ukreina í gjár - hann spælir allarhelst ikki ímóti Føroyum sunnudagin - Mynd: Sverri Egholm)
Hetta eydnaðist ikki í fjør, men liðið av Balkan er helst ógvuliga motiverað til dystin í kvøld. Realistiski møguleikin hjá Føroyum at fáa stig aftur í kappingini er betri í kvøld enn sunnudagin í Aalborg, men skal aftur eitt megnar avrik til og ein klókur dystur frá føroyingum.
Dysturin byrjar klokkan 18.30 føroyska tíð. Vit eru á staðnum og hava myndir frá dystinum. Eftir dystin verður samandráttur og samrøður at síggja á forsíðuni. Kringvarpið vísir dystin; FM 1 sigur frá honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald